Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Kundi tú hugsa tær, at lært til elektrikara?

Vit søkja el-lærlingar at byrja á Kambsdali tann 11. august 2025. Tú kundi verið nýggjasti limur av okkara evnarríka, dugnaliga og framsókna toymi.

Send okkum tína umsókn, við møguligum viðkomandi skjølum til leivur.hansen@groaqua.io.

Hevur tú spurningar?

So ert tú vælkomin at venda tær til Leivur Hansen á leivur.hansen@groaqua.io ella tlf. 77 44 60.

——————

STUTT UM OKKUM

GroAqua er ein fyritøka, sum mennir og framleiðir tekniskar loysnir til alivinnuna. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laks í alibrúkum kring heimin.

Við 100 dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Norra, Skotlandi, Danmark og Póllandi, miða vit eftir at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.