Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Kanningarfólk til Firum

Umsóknarfreist: 10.03.2024

Firum søkir eftir fólki við góðum lívfrøðiligum skili og samstarvsførleikum.

Tú kemur at starvast á Fiskaheilsudeildini, ið fæst við tænastum til vinnuna og smærri granskingarverkætlanum. Høvuðsuppgáva okkara er at fremja lógarkravdu lúsateljingarnar, har vit eru úti á øllum aliringum í Føroyum í minsta lagi aðruhvørja viku. Tá ið teljast skal í Suðuroy, inniber hetta gisting á oynni.

Førleikar

•              Lívfrøðiligt skil

•              Tænastusinnað/ur og hug at arbeiða við fólki

•              Sjálvstøðug/ur og dugir at leggja arbeiðið til rættis

•              Áhuga/ur at savna inn dáta og vitan

•                Telduførleikar (Excel)

•              Hevur virðing fyri tagnarskyldu og trygd

•              Góð eygu

•              Góða sjónatúr

•              Koyrikort

Setanarviðurskifti

Talan er um fulltíðarstarv. Roknast kann við úrtíðararbeiði. Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsóknir

Umsókn við møguligum prógvum, arbeiðsroyndum og øðrum viðkomandi tilfari kann sendast til kirstin@firum.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. mars 2024.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kirstin Eliasen, deildarleiðara, á tlf 774703.