Fuglafjarðar kommuna søkir eftir einum húsavørði til bygningarnar hjá kommununi at byrja í føstum starvið tann 1. oktober 2024 ella eftir nærri avtalu.
Vit sóknast tí eftir einum dugnaligum og ágrýtnum húsavørði, at halda okkara bygningar og útbúna í góðum standi, og at syrgja fyri, at tekniskar skipanir virka.
Tú er fyrikomandi, tænastusinnað/ur og væl skipað/ur
Tú ert fúsur at hjálpa til á øðrum stovnum hjá kommununi, um tørvur er á tí, eitt nú í sambandi við fyriskipan av tiltøkum í kommununi.
Krøv til útbúgving og førleikar
- Handverkaraútbúgving s.s. húsasmiður, snikkari ella onnur viðkomandi útbúgving
- Góðan tekniskan sans
- Gott eyga fyri røkt, nærlagni, framfýsni og ert fyrikomandi
- Góð evni at samstarva og at kunna arbeiða sjálvstøðugt
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Sum húsavørður hevur tú ábyrgdina av allari vanligari røkt og viðlíkahaldi av bygningum hjá kommununi; og verður tú partur av húsavarðartoyminum.
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú hevur tilvísing til tekniska leiðaran. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF).
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Lillian Jacobsen, tekniska leiðara, á
telefon 238005 ella á t-post: lillianj@fuglafjordur.fo
Send okkum eina umsókn í seinasta lagi mánadagin 16. september 2024 kl. 12.00
Merkið umsóknina handverkari/ starvsfólk til vegadeildina
Kommunan skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnar umsóknir, ella onga at velja.
Deil á Facebook