Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Heilsutrygd søkir starvsfólk til kommunulæknaviðtalur

Umsóknarfreist: 31.01.2024

Um størvini

Talan er um størv sum starvsfólk í viðtalum har kommunulæknin ikki er í føstum starvi. 

Størvini eru: 

  • 1 starv í Tórshavn, Læknahúsið í Gundadali, viðtala 4 (Suðurstreymoyar læknadømi)
  • 1-2 størv í Klaksvík, Læknahúsið við Sandin, viðtala 4 (Norðoya læknadømi)

Setanarbrøkurin er mettur til umleið 0,6-0,8. Við hvørt ber til at gera tillagingar, soleiðis starvsfólk kunnu setast við hægri ella lægri brøki, enn vit her lýsa.

Um tú hevur áhuga í at starvast í læknaviðtalu aðrastaðni, vilja vit eisini fegin hoyra frá tær, tí Heilsutrygd hevur av og á brúk fyri avloysarum í viðtalum við stuttum skotbrái.

Førleikar og eginleikar

  • Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving sum læknaskrivari
  • Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • Tú ert fyrikomandi 
  • Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er viðkomandi ella hevur størst týdning
  • Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Umsókn

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

Umsóknir skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi mikudagin 31. januar 2024 kl. 12.00.

Størvini verða sett frá 1. mars 2024 ella eftir nærri avtalu.

Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614003.