Vit bjóða eitt spennandi og fjølbroytt starv í eini altjóða fyritøku, sum er ein av fremstu innan sítt økið. Arbeiðsstaðurin er á deild okkara í Fuglafirði, sum í høvuðsheitum vendir sær til uppisjóvarskipini.
Starvið:
Sum goymsluleiðari verður tín uppgáva at leiða og skipa goymsluna og syrgja fyri, at røttu vørurnar eru á goymslu í samstarvi við sølu-, framleiðslu- og innkeypsdeildina. Tín uppgáva verður eisini áhaldandi at optimera goymsluna fyri at tryggja, at arbeiðsgongdirnar eru so effektivar sum gjørligt.
Høvuðsuppgávur:
- Leiða og skipa dagliga virksemið í goymsluni.
- Tryggja, at røttu vørurnar eru til taks í rættari mongd.
- Samskifta við kundar og gera tilboð í samstarvi við søludeildina.
- Tryggja skrásetingar og handfaring av vørum.
- Áhaldandi optimera arbeiðsgongdir og goymsluskipanir.
- Leiða og motivera starvsfólkini í goymsluni.
Førleikar:
Vit ímynda okkum, at tú ert útbúgvin ella hevur royndir sum goymslufólk. Vit vænta, at tú ert:
- Skipaður, ágrýtin og álítandi.
- Dugir at arbeiða við teldu, og er tað ein fyrimunur um tú hevur royndir við Dynamics NAV skipanini.
- Leiðsluevni og førleika at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
- Góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga, á føroyskum, norðurlendskum og enskum.
Starvstreytir:
Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna.
Umsókn:
Vil tú vita meir um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Hjalmar Petersen á telefon 214392. Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møguligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juli og skulu sendast til hjalmar@vonin.com við evninum “goymsluleiðari”.
Um okkum:
Vónin varð stovnað í 1969 og er í dag ein av heimsins fremstu framleiðarum av fiskireiðskapi og aliútgerð við deildum í Føroyum, Kanada, Grønlandi, Noregi, Litava, Danmark og Scotlandi. Í samtakinum starvast umleið 450 fólk.
Deild okkara í Fuglafirði er høvuðssætið í samtakinum og stendur fyri framleiðslu og viðlíkahald av fiskireiðskapi til uppisjóvarvinnuna og hevur kundar bæði í Føroyum og uttanlands. Á deildini í Fuglafirði starvast áleið 30 fólk.
Vit gleða okkum til at fáa tína umsókn!
Deil á Facebook