Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Gartnari til Runavíkar kommunu

Umsóknarfreist: 07.12.2025

Hevur tú grønar fingrar og elskar at arbeiða úti í náttúruni? So er tað kanska júst tær, vit leita eftir, tí Runavíkar kommuna søkir eftir gartnara, sum vil vera við til fáa okkum at blóma.

Um starvið

Sum gartnari í Runavíkar kommunu fert tú at hava yvirskipaðu ábyrgdina av at røkja og prýða grønu økini. Tú fert m.a. at arbeiða við fríøkjum, í miðbýnum og kring kommunalar stovnar og bygningar v.m.

Tú fert eisini at hjálpa til og fríðka um í samband við ymisk tiltøk og hátíðarhald í kommununi.

Tú verður úti stóran part av degnum og við tí fært tú góðan møguleika fyri at ávirka egnan arbeiðsdag.

Starvsstaðurin er øll kommunan – úr Elduvík til Æðuvíkar, men tú arbeiðir út frá rakstrardeildini á Lambareiði. Tí er umráðandi at tú hevur koyrikort.

Vit ímynda okkum, at tú:

· Ert útbúgving gartnari ella líknandi.

· Hevur gott eygað fyri at prýða um og ert skapandi.

· Ert røkin og arbeiðssom/-samur

· Dugir at arbeiða sjálvstøðug og í toymi.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir sum gartnari.

Tað praktiska

· Starvsbyrjan: Í seinasta lagi 1. Februar 2026

· Setanarsáttmáli: Eftir avtalu millum avvarandi fakfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

· Umsóknarfreist: 7. Desember 2025

· Send umsókn, lívsrensl og onnur viðkomandi skjøl umvegis alfred.fo

Spurningar?

Ring til Ragnar Rógvason, rakstrarleiðara, á tlf. 417000.

Kom við og set tín dám á grøna lívið í Runavíkar kommunu!