Vit sóknast eftir einum eldhugaðum og umsorganarfullum køksfólki til okkara dagtilboð fyri eldrivið demens. Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl 8.30 til 15.30 svarandi til 35 tímar um vikuna.
Roðin arbeiðir fyri, at gera Nes-, Sjóvar og Runavíkar kommunur demensvinarligar. Tænastan byggirá, at demensraktir borgarar, og teirra familjur, fáa eina dygdargóða og demensvinarliga røkt ogumsorgan.
Dagtilboðið er ein partur av Demenstænastuni hjá Roðanum, og heldur til á Miðstøðini á Skála.Dagtilboðið hevur í løtuni 15 borgarar, ið koma ymiskt dagatal um vikuna. Endamálið við tilboðnumer, at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, aktivan og innihaldsríkangerandisdag, í góðum felagsskapi, so hesi kunnu búgva heima longst møguligt.
Sum partur av okkara toymi skalt tú umframt at fyrireika heilsugóðar máltíðir, eisini á ein nátúrliganhátt, hava húsfólkið við í matgerðini soleiðis at tað styrkir teirra lívsgóðsku og førleika til at taka lut ígerandisdegnum.
Arbeiðsuppgávur:
• At fyrireika og gera heilsugóðar máltíðir frá grundini við íblástri frá føroysku matmentanini
• At taka tey eldru við í matgerðina á ein tryggan, stimbrandi hátt, ið er lagaður til teirra tørv.
• At skapa eitt trygt og motiverandi umhvørvi í køkinum, har tey eldru kenna seg tikin við og fáaíblástur til at taka lut.
• At tryggja høgt reinføri.
• At samstarva við hini starvsfólkini um trivnað húsfólksins og luttaka í tvørfakligum samstarvi fyriat tryggja eina persónsentreraða røkt og umsorgan.
Førleikar:
• Royndir innan køksarbeiði og matgerð, fegin við kunnleika til føroyska matgerð og føðslu fyri eldri.
• Góð vitan um og áhugi í at gera mat frá grundini við føroyskum ráevnum og uppskriftum, sumstuðlar trivnaðin og menningina hjá okkara húsfólkum.
• Royndir ella áhugi í at arbeiða við fólki við demens og grundleggjandi fatan av teirra tørvi ogatburði.
• Tolin og rúma at húsfólkini eru við í matgerini.
• Góð samstarvsevni og evni at skapa eitt friðarligt og jaligt umhvørvi, har húsfólkini kenna segtrygg.
• Evni at arbeiða sjálvstøðugt og taka stig til virðiligar og mennandi/lívsglaðar aktivitetir ídagtilboðnum.
• Kann verða ein fyrimunur um tú hevur heilsufakliga bakgrund (t.d. sum heilsuhjálpari,heilsuhjálpari, sjúkrarøktarfrøðingur ella føðsluatstøðingur)
Vit bjóða:
• Eitt meiningsfullt og gevandi starv, har tú kanst gera mun fyri eldri við demens.
• Eitt tvørfakligt og eldhuga toymi, ið arbeiðir fyri at skapa ein umsorganarfullan gerandisdag fyriokkara húsfólk.
• Møguleika fyri fakligari menning og luttøku í viðkomandi skeiðum innan demens og røkt av eldri.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Unn Justinussen, deildarleiðara á tlf. 290213 ellavið telduposti til unnj@rodin.fo
Løn-og setanartreytir
Setanarstaðið er Roðin økistænastan.
Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmálar og KAF/Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmæli skal sendast við
Teldupost til rodin@rodin.fo Vinarliga viðmerk umsøknina
“køksstarvsfólk til Dagtilboðið á Skála “.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 27. november 2024.
Meira vitan um demens
Heimsíður: www.alzheimer.fo og www.videncenterfordemens.dk