Við vikuligum fráferðum til evropeiskar havnir, bjóða vit føroyskum úflytarum kappingarførar loysnir. Viðskiftafólkini eru runt alt landið og móttakararnir runt allan heimin.
Vit leita eftir fólki, ið megnar at arbeiða við fleiri bóltum í luftini í senn, er tænastusinnað/ur og samstundis røkin. Viðkomandi má duga at samskifta á enskum og skandinaviskum í skrift og talu.
Tað er ein fyrimunir – men ikki treyt – at tú hevur royndir innan økið. Men vit syrgja sjálvandi fyri
hollari upplæring og stuðla tær í byrjunnartilgongdini.
Talan er um fulltíðarstarv á skrivstovu okkara í Saltangará og lønin verður avtalað í samsvari við royndir og førleikar.
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsóknarfreistin er 10. mars, men vit loyva okkum at seta rætta viðkomandi áðrenn umsóknarfreistina.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúrð Johansen, stjóra, umvegis telefon 23 88 11 ella teldupost sjurdur.johansen@samskip.com
Samskip er eitt av størru flutningsfeløgunum í Evropa við deildum í 31 londum og omanfyri 1.500 starvsfólkum. Í P/F Samskip eru umleið 75 ársverk innan fyrisiting, sølu, frystigoymslu, terminal og skipamanning.
