Av tí at virksemið á smoltstøðini alsamt veksur, hava vit tørv á fleiri fiskarøktarum. Túverður partur av einum stórum toymi av dugnaligum starvsfólkum við drúgvum royndumvið aling.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at:
· røkta fiskin
· tryggja, at fiskurin trívist væl
· tryggja, at vatnið er gott
· ymist fyrifallandi arbeiði
Vit krevja onga ávísa útbúgving ella royndir. Vit læra teg upp.
Vit vænta tó, at:
- tú ert røkin og álítandi
- tú ert arbeiðssom/-samur
- tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
- tær dámar at loysa uppgávur
· tú ert áhugað/ur at arbeiða við djórum
Arbeiðstíðin er gerandisdagar frá kl. 8 til 16. Yvirtíð kann koma fyri.
Hjá Hiddenfjord leggja vit doyðin á, at starvsfólkini kenna seg trygg og vird.
Vit bjóða:
- góð og skipað arbeiðskor
- tíðarhóskandi amboð og útgerð
- eitt fjølbroytt arbeiðspláss við nógvum ymiskum starvsbólkum
- persónliga og fakliga førleikamenning
- eitt áhugavert og avbjóðandi starv við nógvari nýhugsan
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Niels Andreasen, framleiðsluleiðara, 220355, niels.andreasen@hiddenfjord.com ella Petur Skeel Dahl, rakstrarleiðara, 210135, petur.dahl@hiddenfjord.com
Umsóknir verða sendar starv@hiddenfjord.com í seinasta lagi 13. mai 2024. Starvið verður sett sum skjótast ella eftir nærri avtalu.
Hiddenfjord er serføroyskt felag, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórarimenning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð,aling, góðskingardeild og søludeild. Á smoltstøðini arbeiða 45 fólk, av teimum eru 15fiskarøktarar. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna.
Deil á Facebook