Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Ert tú okkara nýggi toymisleiðari til maskindeildina?

Umsóknarfreist: 23.06.2025

Um tú hevur sveinabræv sum maskinsmiður (ella hevur samsvarandi royndir) og dámar at leiða eitt arbeiðstoymi, so kann tað vera tær, vit leita eftir.

Fá møguleikan, at seta tín dám á menningina av maskindeildini hjá GroAqua á Kambsdali, við at gerast partur av okkara evnarríka, dugnaliga og framsókna toymi.

Freistin at søkja, er 23. juni.

——————

STUTT UM OKKUM

GroAqua er ein fyritøka, sum mennir og framleiðir tekniskar loysnir til alivinnuna. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laks í alibrúkum kring heimin.

Við 100 dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Norra, Skotlandi, Danmark og Póllandi, miða vit eftir at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.