Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Er tað tær vit leita eftir?

Umsóknarfreist: 05.10.2025

Vit sóknast eftir royndum maskinsmiði at gerast partur av okkara evnarríka, dugnaliga og framsókna toymi.

Starvsplássið er á Kambsdali, men starvið inniber eisini, at tú fert út til okkara kundar til ymiskar arbeiðsuppgávur kring landið.

Starvið umfevnir m.a.:

  • Uppsetan av skipanum
  • Viðlíkahald og nýgerð umborð á fóðurflakum og á smoltstøðum

Send okkum tína umsókn, við møguligum viðkomandi skjølum, til leivur.hansen@groaqua.io, í seinasta lagi 5. oktober. Starvsbyrjan er eftir avtalu.

Hevur tú spurningar

So ert tú vælkomin at venda tær til Leivur Hansen á leivur.hansen@groaqua.io ella tlf. 77 44 60.

——————

STUTT UM OKKUM

GroAqua er ein fyritøka, sum mennir og framleiðir tekniskar loysnir til alivinnuna. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laks í alibrúkum kring heimin.

Við 100 dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Norra, Skotlandi, Danmark og Póllandi, miða vit eftir at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.