Fuglafjarðar kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum handverkara til vegadeildina, at byrja í starvið frá 1. oktober 2024 til 30. september 2025.
Arbeiðsuppgávur
Halda vegakervið viðlíka
Viðlíkahalda vatnverkini, vatnleiðingar, kloakkir og gøtuljós
Nýgerð av smærri verkætlanum innan vegakervið
Graving í sambandi við jarðarferðir
Hjálpa til á gartnaradeildini eftir tørvi
Kavagrevstur
Salting
Krøv til útbúgving og førleikar
Um teg
Tú ert handalig/-ur og hevur royndir frá líknandi starvið
Tú hevur koyrikort
Tað er ein fyrimunur um tú dugir at koyra maskinur
Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
Setanarviðurskifti
Talan er um tímalønt fulltíðarstarv, ið er lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Handverkarafelag ella Føroya arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Vit bjóða
Eitt fjøllbroytt starv sum og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum. Hartil kemur ein fittur og fryntligur starvsfólkahópur sum í dag eru fimm fólk.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til:
Mortan Joensen, formann á vegadeildini í Fuglafjarðar kommunu á tel. 238020 ella á teldupost mortanj@fuglafjordur.fo
Lillian Jacobsen, tekniska leiðara í Fuglafjarðar kommunu á tel. 238005 ella á teldupost lillianj@fuglafjordur.fo
Umsókn
Send okkum eina umsókn í seinasta lagi fríggjadagin 30. august 2024 kl. 12.00
Merkið umsóknina handverkari/ starvsfólk til vegadeildina
Kommunan skilar sær rætt til at velja ímillum innkomnar umsóknir, ella onga at velja.
Deil á Facebook