Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Elektrikari til El-tøknideildina

Umsóknarfreist: 14.02.2024

Vit sóknast eftir elektrikara til El-tøknideildina hjá okkum. 

Starvið

Uppgávurnar á El-tøknideildini eru sum heild hesar:

· Viðlíkahald av teknisku útgerðini á koblingarstøðunum

· Viðlíkahald av teknisku útgerðini á el-verkunum

· Uppseting av tekniskari útgerð á koblingarstøðum og el-verkunum

Tú kanst vænta, at arbeiðið fyri ein part fer fram uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Uppmøtingarstaðurin er í Havn, men roknast kann við nakað av ferðing innanoyggja, tí arbeiðið hjá El-tøknideildini fer fram um alt landið. Koyrikort til persónbil er neyðugt.

Í løtuni starvast 8 fólk á deildini.

Tú ert útbúgvin elektrikari ella líknandi.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við PLC og motorstýring og um tú hevur royndir við rakstri og viðlíkahaldi av battarískipanum. Umráðandi er eisini, at tú hevur stóran áhuga fyri el-fakinum og tøkni sum heild. Eisini vænta vit, at tú ert fús/ur til áhaldandi at læra og menna fakligu førleikar tínar. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og samstarva. 

Tú ert fyrikomandi, nærløgd/-lagdur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Vit vænta eisini, at tú hevur góðar telduførleikar og lætt við at seta teg inn í nýggj forrit. 

Sev

Tú fært sjálvsagt neyðugu upplæringina í uppgávunum, sum tú fær um hendi.

Sev bjóðar tær:

  • smidligar arbeiðsumstøður
  • fjøltáttaðan arbeiðsdag
  • ávirkan á egið arbeiði
  • fakliga menning
  • viðkomandi skeið

Løn

Starvið er sett sambært sáttmála millum Sev og avvarðandi yrkisfelag. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan, sum verður roknaður frá próvtøkudegnum, men er treytaður av fakliga viðkomandi arbeiði síðani endaliga próvtøku.

Umsóknin

Um tú ert áhugað/ur í starvinum og hevur eitthvørt at spyrja um, ert tú vælkomin at venda tær til Eyðun Jensen, virkandi leiðara á El-tøknideildini á telefon 788220 ella Jákup Martin á Válinum, deildarleiðara fyri Rakstrardeildina á telefon 594795. Umsóknarfreistin er mikudagin 14. februar 2024. Send okkum umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum í telduposti til: starv@sev.fo, viðmerk: Elektrikari til El-tøknideildina.

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá SEV virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. SEV er fólksins ogn – allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, ið var stovnað 1. oktober 1946.