Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Elektrikara til GroAqua

Umsóknarfreist: 23.09.2024

Vit leita eftir elektrikara til okkara toymi. Starvsplássið er á Kambsdali, men starvið inniber eisini, at tú fert út til ymiskar arbeiðsuppgávur kring landið.

Er tað tú? Send okkum tína umsókn – ella tagga onkran elektrikara, tú kennir.

Tað er krav, at tú hevur útbúgving sum elektrikari.

Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært avtalu.
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Leivur Hansen á leivur@groaqua.io ella tlf. 77 44 60.

Hevur hetta tín áhuga, send umsóknina til leivur@groaqua.io. Seinasta freist at søkja er 23. september 2024.

STUTT UM OKKUM
GroAqua er ein fyritøka, sum mennir og framleiðir tekniskar loysnir til alivinnuna. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laks í alibrúkum kring heimin. 
Við 70 dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Skotlandi, Danmark og Póllandi miðja vit eftir at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.