Kundi tú hugsað tær at ment arbeiðsførleikarnar hjá fólki?
Dugni søkir eftir einum framskygdum og sterkum deildarleiðara til deildina hjá Dugna á Kambsdali og í Klaksvík.
Dugni hevur til endamáls at stuðla og menna arbeiðsførleikar hjá fólki, og stovnurin arbeiðir miðvíst vid at hjálpa fólki út á arbeiðsmarknaðin.
Dugni arbeiðir í tveimum ’sporum’; einum sosialfakligum spori og einum framleiðsluspori. Sosialfakliga verður arbeitt hvønn dag við at menna arbeiðsførleikar, og at fyrireika fólk til arbeiðsmarknað og útbúgvingar. Hetta verður millum annað gjørt við ráðleggingarætlanum, førleikametingum og samstørvum tvørtur um geirar.
Framleiðslusporið tryggjar – við bíleggingum og skipaðum arbeiðsuppgávum, ein gerandisdag, ið er líkur vanliga arbeiðsmarknaðinum.
Málbólkurin hjá Dugna eru fólk við lættari sálarligum, sosialum og/ella kropsligum avbjóðingum.
Um starvið
Sum deildarleiðari á Kambsdali og í Klaksvík arbeiðir tú í tøttum samstarvi við starvsfólkini á deildini, leiðslubólkin og stjóran á Dugna. Dentur verður lagdur á samstarv tvørtur um deildir, soleiðis at vit á bestan hátt kunnu menna okkara borgarar, ið eru knýttir at Dugna.
Á deildini á Kambsdali og í Klaksvík eru trý ágrýtin og roynd starvsfólk, sum hvønn dag leggja nógva orku í at skapa ein mennandi og áhugaverdan dag fyri øll tey, sum eru knýtt at deildini.
Sum deildarleiðari arbeiðir tú partvíst við borgarum, og partvíst við starvsfólkum og leiðarauppgávum.
Tað er týdningarmikið at deildarleiðarin, saman við starvsfólkum, tryggjar eitt mennandi samstarv við arbeiðsgevarar og skúlar.
Sum deildarleiðari skalt tú hava dirvi til at ganga á odda, og megna at avgreiða tær uppgávur og tær avbjóðingar, ið loypandi stinga seg upp. Eisini tær uppgávur, ið kunnu tykjast møtimiklar og truplar. Í tínum starvi fært tú møguleika at mynda og verða partur av einum spennandi og gevandi arbeiðsumhvørvi, ið er í støðugari menning.
Førleikakrøv
· Tú hevur viðkomandi útbúgving innan sosialfakligt arbeiði, handverk ella líknandi.· Tú hevur góðan leiðsluførleika, helst eisini leiðsluroyndir, og ert motiverandi í tínum leiðsluhátti.
· Tú ert væl skipað/-ur í tínum arbeiði, og hevur fíggjarligt hegni.
· Tú er kreativ/ur, og dugir at síggja møguleikar við at samantvinna framleiðslu, endurnýtslu og sølu við sosialfakligt øki.
· Tú dugir væl fyrisiting, umframt at raðfesta, samskipa, leiða og kveikja til tess at fáa mest møguligt burtur úr tilfeinginum á stovninum.
· Tú dugir at samstarva og viðvirka til at Dugni sum stovnur kann virka eftir eini felags kós og við sosialfakligari dygd.
· Tú hevur lætt við at samskifta við stovnar og fyritøkur, og megnar at stuðla fólki víðari út í arbeiði, útbúgving ella hóskandi tiltak.
· Tú dugir væl at samskifta og orða teg á skrift og í talu.
Løn og setanartreytir
Starvið er námsfrøðiligt og verður lønt sambært avtalu millum Pedagogfelagið og
Fíggjarmálaráðið við starvsbyrjan 1. juni 2026 ella eftir nærri avtalu. Deildarleiðarin hevur tilvísing til stjóran.
Umsóknarfreist
Umsóknir við avriti av prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin, 19.apríl 2026 kl.23.
Umsóknir skulu sendast til dugni@dugni.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Elin Ludvig, stjóra á tel. 292960.
Um ikki nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar eru, skilar Dugni sær rætt til at søkja av nýggjum.
———
Dugni er ein endurbúgvingarstovnur, hvørs endamál millum annað er at skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving og umskúling til fólk, ið hava tørv á hjálp til at fáa tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Dugni er ein sjálvsognarstovnur undir Almannamálaráðnum, sum er skipaður sambært viðtøkum frá 1. juli 2012.
Les meira á www.dugni.fo
