Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða

Ert tú áhugað/ur í sølu og kundatænastu?

Eysturoyarportalurin søkir eftir einum ágrýtnum og miðvísum sølufólki at gerast partur av okkara toymi, – talan er í fyrstu syftu um eitt hjávinnustarv, sum tó kann broytast til fulltíðarstarv.

Sum sølufólk hjá Eysturoyarportalinum arbeiðir tú við at ráðgeva og selja lýsingar til okkara kundar. 

Tú verður partur av einari spennandi og vaksandi miðli, sum arbeiðir við at geva kundum okkara eina góða tænastu.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

At finna nýggjar sølumøguleikar

At selja lýsingar til okkara heimasíðu

At menna og viðlíkahalda sambond við verandi og nýggjar kundar

Vit vænta, at tú ert:

  • Røkin og álítandi
  • Kann arbeiða sjálvsøðugt
  • Góð samstarvsevnir

Vit bjóða tær:

  • Góð og skipaði viðurskifti
  • Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • Tú skapar tín egna arbeiðsdag

Um hetta møguliga er nakað fyri teg vilja vit fegin frætta frá tær.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Lønin verður ásett eftir avtalu.

Umsókn
Umsókn kann sendast til: hj@eyp.fo

Vilt tú hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við til Hans Jacob á Líknargøtu, teldupostur: hj@eyp.fo ella á telefon 742222