Vilt tú vera við til at skapa eina burðardyggari fiski- og alivinnu? Og hevur tú kandidat ella PhDútbúgving í búskaparfrøði ella aðra hægri líknandi útbúgving, umframt áhuga í altjóða ali- ogfiskivinnuumsiting og búskapi? So hava vit kanska eitt starv til tín.
Vit kunnu bjóða tær:
- Eitt spennandi og mennandi altjóða arbeiðspláss
- Eitt fjølbroytt arbeiði í einum altjóða granskingarumhvørvi við góðum samstarvi viðvinnuligar fyritøkur
- At gerast partur av einum tvørfakligum toymi við sterkum granskingarførleikum
Arbeiðsuppgávur:
- At arbeiða við samfelagsligum og búskaparligum viðurskiftum í ES verkætlanunum, sumt.d. SeaMark og Marine Sabres
- At arbeiða við samfelagsligum og búskaparligum greiningum av føroyskari fiski- ogalivinnu
- At arbeiða við at útvega fígging til nýggjar verkætlanir
- At gera greiningar í sambandi við Ársfrágreiðing Sjókovans um Fiskivinnuna
- At samskipa tiltøk í sambandi við Ocean Cluster Faroes og aðrar ráðstevnur
Vit vænta:
- At tú hevur áhuga fyri burðardyggari fiski- og alivinnu
- At tú ert ágrýtin, eldhugað/ur og samstarvsinnað/ur
- At tú hevur hægri viðkomandi útbúgving
- At tú dugir væl at samskifta við ymiskar áhugabólkar
- At tú dugir væl at orða teg munnliga og skrivliga á enskum
- At tú ert áhugað/ur at arbeiða í einum tvørfakligum altjóða samstarvi
- At tú ert sinnað/ur at ferðast nakað uttanlands (uml. 20 dagar um árið)
- At tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
Starvið er lønt eftir sáttmála við viðkomandi fakfelag. Áhugaði kunnu venda sær til Unn Laksá, stjóra, á +298 558500 ella unn@sjokovin.fo.
Umsóknarfreistin er 16. juli 2023.
Umsókn við lívsrensli, prógvi og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til unn@sjokovin.fo
Um Sjókovan
Sjókovin er ein privatur, óheftur, ikki-vinnuligur granskingargrunnur við endamálunum at
- stimbra burðardygga menning og nýskapan í føroyskari fiski- og alivinnu við at veitavitanartænastur gjøgnum gransking og luttøku í altjóða verkætlanum til tess at beranýggja vitan til Føroya og føroyska vitan út í heim.
- vera samskiftisdepil fyri sjófeingisfyritøkur og kunna almenningin um viðurskiftiviðvíkjandi hesum.
Grunnurin hevur virksemi á 4 kjarnuøkjum:
– Gransking: Granska í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri føroyskar sjófeingisvinnur
– Fígging: Stigtaka og samskipa umsóknir um fígging frá evropeiskum, norðurlendskum ogføroyskum grunnum
– Útbúgving og upplýsing: Gera undirvísingartilfar til skúlar og hýsa starvsnæmingum
– Samskiftisdepil: Sjókovin hevur tikið stig til Ocean Cluster Faroes, sum er eitt netverk fyrifyritøkur og áhugabólkar við áhuga fyri burðardyggari menning av føroyskari sjófeingisvinnu.
Deil á Facebook