Bilførari / goymslufólk til Borg á Glyvrum
Hevur tú hug at gerast partur av einum góðum arbeiðsplássi við góðum umstøðum og dugnaligum starvsfelagum?
Vit søkja eftir einum álítandi og ágrýtnum bilførara / goymslufólki til Borg á Glyvrum.
Tú fært ein fjølbroyttan arbeiðsdag í okkara nýggja bygningi á Glyvrum, har vit hava góðar og nútímans umstøður bæði á goymsluni og uttanum.
Arbeiðið umfatar at:
- avgreiða bíleggingar
- koyra vøru út til kundar
- av- og áskipa vøru
Arbeiðið kann vera kropsliga krevjandi.
Vit vænta, at tú:
- ert álítandi, ágrýtin og kundavinarlig/ur
- arbeiðir væl bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum
- ert sinnað/ur at taka eitt eyka tak, tá tørvur er á tí
Vit bjóða:
- góðar og nútímans arbeiðsumstøður
- ein fjølbroyttan arbeiðsdag
- gott arbeiðsumhvørvi og góðar starvsfelagar
- eitt arbeiðspláss í menning
Starvið verður sett skjótast gjørligt!
Spurningar?
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kára Hansen á kari@borg.fo ella tlf. 23 72 86.
Send tína umsókn til hr@borg.fo.
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!