Vit mangla ein avloysara fyri 1. meistaran á “M/S Bakkanes” í tíðarskeiðnum frá 3. juli til 9. august. Bakkanes arbeiðir á aliøkjunum á vestursíðuni av Skotlandi, og manningin ferðast saman til skipið, tá manningarskifti er.
Krav til starvið:
- Skipsmaskinmeistari á 1. stigi við sjóvinnubrævi STCW-reg. III/2
- Heilsuprógv
- Trygdarskeið
- Skeið í eldsløkking
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Jonni D. Hansen, HR-ráðgeva, á tel 235616, ella við t-brævi til jodh@bakkafrost.com.
Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum.
Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy, Suðuroy og Skotlandi, har Bakkafrost eigur skotsku alifyritøkuna SSC. Harumframt hevur Bakkafrost biogassverkið FÖRKA. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.