Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.12.2022 07:22

Jobmatch verður í dag

Í dag byrjar Jobmatch í Norðurlandahúsinum, og tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum fer at seta starvstevnuna. Í ár luttaka íalt 71 fyritøkur, kommunalir og almennir stovanar, og tað er tað mesta nakrantíð. Tað eru eisini met nógv, sum hava undanskrásett seg til at vitja í Norðurlandahúsinum í dag. Til ber at undanskráseta seg á jobmatch.fo. 

Høvuðssponsorar á Jobmatch 2022 eru Bakkafrost og Tórshavnar kommuna. Á starvsstevnuni verða eisini fyrilestrar frá fleiri av teimum, sum hava bás á Jobmatch. Til ber at kunna seg um skránna á jobmatch.fo 

Dyrnar lata upp kl. 12, og setanin verður kl. 12:10. Tað er ókeypis at vitja Jobmatch, og starvstevnan er opin til kl. 18 í kvøld.