Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.09.2023 23:23

Jóan Símun skoraði tá ið KA Akureyri vann

Mynd: Mbl

KA Akureyri, vann í kvøld ein 2-1 heimasigur á ÍBV frá Vestmannaeyjum og harvið tryggjaði sær fyrsta plássið í niðara endaspælinum í íslendsku Úrvalsdeildini.

Jóan Símun Edmundsson byrjaði inni og legði eisini KA Akureyri á odda tá ið 19. minuttir vóru leiktir av dystinum. Útiliðið frá Vestmannaeyjum javnaði tó longu í 22. minutti. Hóast tað, so eydnaðist tað KA Akureyri at skorað til 2-1 í 54. minutti, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Jóan Símun var skiftur út tá ið 82. minuttir vóru leiktir. Hin føroyingurin, Pætur Petersen, var innskiftur í 64. minutti.

Við sigrinum í dag hevur KA Akureyri vunnið niðara endaspælið í Úrvalsdeildini.