Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.10.2022 11:21

Jóan Símun Edmundsson skaddur

Mynd: OneFootball

Jóan Símun Edmundsson, sum til dagliga spælur í SK Beveren í næst bestu deildin í Belgia, má komandi vikurnar sita uttanfyri. Hann hevur fingið ein skaða í knæið, sum tíðanverri ger, at hann má møguliga sita úti í fleiri vikur.

Jóan Símun Edmundsson bleiv skaddur, tá Føroyar vunnu 2-1 á Turkalandi á Tórsvølli 25. septembur.