Toftamaðurin, Jóan Símun Edmundsson, skeyt í kvøld sítt fyrsta mál í Úrvaldsdeildin, og eisini fyrsta málið í 3-0 sigrinum á útivølli móti FH Hafnafirði, har fyrrverandi HB venjaran Heimir Gudjónsson stendur við róðrið.
Jóan Símun skoraði til 1-0 í 30. minutti, tá ið hann fekk ein bólt inni í brotsteiginum frá Ásgeir Sigurgeirsson og bara skuldi koyra hann tað síðsta petti inn í málið. KA Akureyrir var á odda 2-0 tá farið var til hálvleiks. Í seinni hálvleiki kom bert tað eina máli og tað fekk KA Akureyri eisini. Sostatt vann útiliðið frá Akureyri, kanska nakað óvænta móti liðnum av Hafnafirði.
Jóan Símun leikti bert fyrra hálvleik. Hann var útskiftur í steðginum, og inn fyri hann kom Hallgrímur Mar Steingrímsson.
KA Akureyri er enn á 7. plássið í Úrvalsdeildini við 28 stigum, men bert 3 stig eru upp til 4. plássið.
Komandi sunnudag tann 3. september skal KA Akureyri spæla móti Fylkir á útivølli.