ÍF skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
Jhon Mena hevur undirskrivað ein nýggjan sáttmála, sum fer at halda honum í felagnum í enn eitt ár. Hetta kemur eftir eitt ár, har hann hevur víst sítt virði á vøllinum við at spæla í 25 dystum og skora 4 mál í 2023. Hóast tølini ikki eru millum tey bestu í deildini, hevur hann við áhaldni og arbeiðssemi á vøllinum gjørt hann til ein týdningarmiklan part av at liðið ikki flutti niður seinasta kappingarár.
Vit í ÍF ynskja Jhon vælkomanan aftur til Fuglafjarðar og ynskja honum góða eydnu við kappingarárinum 2024.
Deil á Facebook