Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.01.2023 12:54

Jensa Tórolvsdóttir til danskan fótbólt

Mynd: Víkingur

Unga evnaríka Jensa Tórolvsdóttir hevur gjørt avtalu við danska felagið FC Thy. Sostatt missir Víkingur ein av berandi kreftinum, sum eisini var kosin “Ársins leikari” hjá Betrideild kvinnum í 2022.

Víkingur skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

“Tað er við stoltleika at vit kunnu kunngerða, at Jensa K. Tórolvsdóttir skiftir til FC Thy – Thisted Q í bestu kvinnudeildini í Danmark.

Jensa er spent uppá avbjóðingina. “Umstøðunar har eru góðar, og eg haldi at tað er tað rætta staðið hjá mær at menna meg sum fótbóltspælara. Eg ætli mær at arbeiða hart, og málið er at klára at spæla meg inná besta liðið hjá teimum.”

Jensa greiðir víðari frá, at hon er sera spent til nýggju avbjóðingina, men eingin ivi skal vera í, at hon kemur at sakna sínar liðfelagar og venjaratoymi í Víkingi.

Tað er sjálvandi ein missur fyri okkara Betri lið, at ársins leikari 2022 skiftir, men vit ynskja Jensu til lukku við nýggja sáttmálanum, og gleða okkum at fylgja við hennara fótbóltsævintýri uttanlanda.

Sigast skal, at dyrnar í Sarpugerði altíð standa opnar, um hon vendur nøsina heimaftur til Føroyar einaferð í framtíðini.”