Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.09.2023 09:40

Jensa er tilreiðar til dystin í kvøld

Mynd: Eysturoyarportalurin

Jensa K. Tórolvsdóttir er stødd á Tórsvølli, tá ið vit hitta hana. Eftir ætlan skuldi hon verða í Sarpugerði har hon og hinar landsliðskvinnurnar skuldu venja U9 gentur og dreingir. Men veðurforsøgnin segði frá vánaligum líkindum, og tí var alt flutt til Havnar og á Tórsvøll, har veðrið ofta er gott.

Jensa er nýliga komin heim, eftir at hon hevur verið í Danmark, har og til dagligt leikar fyri FC Thy – Thisted Q í donsku bestu kvinnudeildini.

Eysturoyarportalurin tók eitt prát við hana um komandi uppgávu og hennara fótbóltsframtíð í DK.

Jensa og hinar á kvinnulandsliðnum venja U9 gentur og dreingir á Tórsvølli

Hvussu hevur gingið í DK har tú hevur leikt seinastu tíðina?

“Tað hevur gingið væl hjá mær persónliga. Eg føli, at eg havi ment meg nógv sum fótbóltsleikara og havi eg fingið nógva spælitíð. Tað hevur verið ein nokkso hørð byrjan hjá liðnum hjá mær í ár. Vit hava tapt fýra teir fyrstu dystirnar, hóast vit hava verið nær við at fingið stig í trimum av teimum. Vit hava eitt ungt lið við dugnaligum leikarum, sum eru í menning, so tað er spennandi at verða ein partur av.”

Hvat tekst tú so við, tá ið tú ikki fæst við fótbóltin?

“Fótbólturin fyllur nógv í dagligdegnum. Áðrenn summarferiuna hevði eg eitt arbeiði í Primer Is, har eg arbeiddi 2-3 dagar um vikuna. Hetta gav mær tíð at hugsavna meg um fótbóltin, soleiðis at eg hevði tíð til venjingar, bæði morgunvenjing, styrkivenjingar osfr. Í løtuni eri eg í gongd við at finna mær eitt nýtt arbeiði. Og hetta hjálpir felagið mær við.”

Nú gera hon og hinar á kvinnulandsliðnum seg so til reiðar til fríggjakvøldið (les: í kvøld), tá ið Montenegro vitjar í fyrsta dystinum í Nations League, sum samstundis eisini er fyrsti dysturin hjá nýggja landsliðsvenjaranum Signe Pries Andersen.

Hvussu eru so vónirnar til dystin fríggjakvøldið?

“Mínar vónir til dystin eru góðar. Vit hava fyrireika okkum væl til dystin og eru spentar at koma í gongd við Nations League kappingina.”

Føroyar eru komnar í bólk saman við Montenegro, Kýpros og Aserbaijan. Teir fyrstu dystirnir eru á heimavølli ímóti Montenegro 22. september og á Kýpros 26. September.

Hvat kennir tú til mótstøðuliðið?

“Eg kenni ikki so nógv til Montenegro. Vit hava hugt eftir video av teimum. Tær hava nakrar skjótar offensivar leikarar, sum vit mugu ansa eftir ikki fáa ov nógv pláss. Men eg haldi, at tað er eitt lið, sum vit heilt sikkurt kunnu spæla fult upp ímóti.”

Tú spælir til dagligt í Danmark. Hvussu sær annars fótbóltsframtíðin hjá tær út?

“Mítt mál er fyrst og fremst at kunna gera stórri mun á liðnum hetta kappingarárið enn síðsta kappingarár, bæði við málum og uppleggum.

Avtalan við Thisted er fram til desember 2023. Hvat hendur aftaná tað, veit eg ikki enn. Hetta taki eg støðu til, tá vit koma har til.”, sigur Jensa K. Tórolvsdóttir at enda.

Landsdysturin millum Føroyar og Montenegro verður bríkslaður í gongd kl. 18.00 í kvøld og verður eisini vístur á R1 hjá Televarpinum.