Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.08.2025 18:11

Jens Wedeborg og NSÍ leingja ikki samstarvið

Mynb: Eyp.fo

NSÍ boðar soleiðis frá í kvøld:

25. oktober 2023 skrivaðu NSÍ og Jens Wedeborg undir ein 2-ára sáttmála, ið merkti, at Jens gjørdist høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá NSÍ. Sáttmálin er sostatt galdandi fyri kappingarárini 2024 & 2025.

Vit kunnu nú boða frá, at sáttmálin verður ikki longdur. Jens Wedeborg verður tó sjálvandi venjari restina av kappingarárinum. Vit hava eitt týdningarmikið 2. pláss at spæla fyri. Tekniskt sæð kunnu vit eisini náa gullið, men so mugu klaksvíkingar bekla meira enn vanligt.

Vit eru ógvuliga takksom fyri samstarvið við Jens. Í fyrsta árinum sum høvuðsvenjari – og sum uppflytarar – tryggjaðu vit okkum seinasta kappingarár eitt pláss í Conference League. Hetta var flott av okkara venjarum og hópinum annars.

Samstarvið millum starvsnevndina og Jens hevur verið fyrimyndarligt. Jens hevur loyst sínar uppgávur sum venjari sera væl, og vit hava nátt okkara málsetningum síðani hann tók við sum høvuðsvenjari.

Venjarar og leikarar fara framvegis at hugsavna seg um at enda kappingarárið við so nógvum stigum sum gjørligt.

Starvsnevndin fer undir eina tilgongd at finna ein nýggjan høvuðsvenjara, ið kann byggja víðari á góðu gongdina seinastu tvey árini.