Myndir: Eysturoyarportalurin
Jens Leon og Sigatindur hava landa í dag í Leirvík. Bæði Jens Leon og Sigatindur hava roynt norðanfyri og á Skeiva Banka.
Sigatindur hevur fiskað gott 15.000 pund, har veiðan er mest toskur, havtaska og hýsa. Meðan Jens Leon hevur fiskað gott 13.000 pund og veiðan hjá teimum er mest havtaska.

