Almanna- og mentamálaráðið
Á 50 ára degnum hjá Almannaverkinum handaði Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, Jenny í Heiðunum heiðurin sum ársins rúmligi arbeiðsgevari. Hon hevur síðani august 2022 verið stjóri á Hotel Djurhuus.
Í grundgevingin hjá dómsnevndini varð millum annað sagt:
Gjøgnum nógv ár hava starvsfólk á Almannaverkinum havt eitt gott og tætt samband við hana, har hon hevur verið ein íðin viðleikari, tá talan hevur verið um at geva borgarum við skerdum arbeiðsførleika ein møguleika at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. Hon hevur frá sínum fyrsta arbeiðsdegi innan hotell-vinnuna verið jalig í samstarvinum við starvsfólk á Almannaverkinum í samband við at hjálpa borgarum við skerdum arbeiðsførleika við teimum ymisku fyriskipanum, sum sambært lóg eru um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Almannaverkið hevur dømi uppá borgarar, sum hvørki hava klárað seg heima ella á einum arbeiðsplássi, men sum nú kenna seg trygg orsakað av, at tey nú megna at halda fast í sínum arbeiði.
Niðanfyri ber til at lesa alla røðuna.
Ársins rúmligi arbeiðsgevari 2025
Vit eru nokk nógv sum kenna søguna. Hendan hendan her um prestin, pápan, mammuna ella stjóran. Tað skiftir eitt sindur. Sum sigur við kirkjugangaran, barnið ella arbeiðsfólkið: “Tú skalt gera, sum eg sigi. Ikki sum eg geri.”
Men sjálvandi gera fólk ikki tað. Tað telur nógv meira, hvat vit gera, hvussu vit gera tað – og fyri hvønn. Tað sigur nógv um, hvørji vit eru sum menniskju.
Arbeiðslívið hevur ein stóran týdning fyri flestu av okkum. Tað gevur okkum ein leiklut, eina kenslu av nyttu og týdningi – og er í mongum førum ein týdningarmikil partur av okkara samleika og sjálvsáliti. Hetta ger seg sjálvandi eisini galdandi hjá fólki, sum hava skerdar førleikar og møta forðingum í arbeiðslívinum.
Tí hevur tað stóran týdning, at arbeiðsgevarar eru opnir og vilja fevna um øll – eisini tey, sum kunnu krevja eitt sindur meira tol, fleksibilitet og trúgv. Og tí vil Almannaverkið við hesum heiðrinum vísa á og lyfta tey, sum vísa ágrýtni og samfelagssinni í verki.
At tryggja, at so nógv sum gjørligt hava møguleika at luttaka í arbeiðslívinum, er ikki bara gott fyri einstaka menniskjað. Tað er eisini ein samfelagslig treyt, um vit skulu halda fast í okkara felags vælferðarskipan. Og vit síggja alt ov ofta, bæði her heima og uttanlands, at eisini í góðum tíðum eru tað fólk, sum detta niðurímillum – tí arbeiðsmarknaðurin er so mikið trýstur, at arbeiðsgevarar ofta ikki hava møguleika og yvirskot at seta starvsfólk, har tað er neyðugt, at arbeiðsgevarin hevur ein hugburð, sum meira sær møguleikar enn forðingar.
Í dag heiðra vit ein persón, sum ígjøgnum sítt arbeiðslív hevur víst ein greiðan vilja til at skapa rúm. Eina eldsál, sum hevur víst, at rúmlig tilgongd er ikki bert ein hugburður – men ein veruleiki, sum ber ávøkstur.
Vit vita, at tað krevur meira enn góðar ætlanir at fáa rúm fyri øllum í arbeiðslívinum. Tað krevur gerandisligar avgerðir, sum ofta eru ósjónligar fyri tey flestu, men sum fáa stóran týdning fyri tað einstaka menniskjað.
Vit tosa javnan um rúmligan arbeiðsmarknað – men tað er ikki ein sjálvfylgja. Tað eru tey, sum tora at ganga undan, sum bera hetta á mál.
Tey, sum fáa okkum at minnast á, hvat tað merkir at vera menniskja – og at geva øðrum ein møguleika er eisini at geva samfelagnum ein styrk.
Hetta er júst tað, vit gera í dag. Vit heiðra einum persóni, sum við hjarta, hegni og haldgóðum hugsjónum hevur víst, at rúmlig tilgongd er meira enn ein hugsjón – tað er ein lívsleið og eitt lívsvirði.
Grundgevingin hjá dómsnevndini er:
Heiðurin sum ársins arbeiðsgevarin verður í ár latin einum persóni og ikki einum arbeiðsplássi. Talan er um ein persón, ið hevur ein týðiligan reyðan tráð í sínum arbeiðslívi, soleiðis at skilja, at hon arbeiðir við inklusjón av borgarum við skerdum arbeiðsførleika.
Gjøgnum nógv ár hava starvsfólk á Almannaverkinum havt eitt gott og tætt samband við hana, har hon hevur verið ein íðin viðleikari, tá talan hevur verið um at geva borgarum við skerdum arbeiðsførleika ein møguleika at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. Hon hevur frá sínum fyrsta arbeiðsdegi innan hotell vinnuna verið jalig í samstarvinum við starvsfólk á Almannaverkinum í samband við at hjálpa borgarum við skerdum arbeiðsførleika við teimum ymisku fyriskipanum, sum sambært lóg, eru um arbeiðsfremjandi tiltøk.
Almannaverkið hevur dømi uppá borgarar, sum hvørki hava klárað seg heima ella á einum arbeiðsplássi, men sum nú kenna seg trygg orsakað av, at tey nú megna at halda fast í sínum arbeiði.
Ársins rúmligi arbeiðsgevari er fitt og altíð fyrikomandi og dugir væl at møta borgarum við skerdum arbeiðsførleika, sum hava ymiskt at dragast við. Hon gevur teimum rúm, passandi avbjóðingar og torir at fara undir teir trupulleikar, ið fleiri av hesum borgarum hava, og soleiðis hjálpir hon teimum eisini víðari. Tað er heilt týðiligt, at hon brennir fyri at hjálpa hesum fólkum.
Hon hevur síðani august 2022 verið stjóri á Hotel Djurhuus.
Ársins rúmligi arbeiðsgevari er Jenny í Heiðunum.
Hjartaliga til lukku við heiðrinum sum ársins rúmligi arbeiðsgevari – hann er tær so væl uppiborin.
Takk fyri – og hjartaliga til lukku.