Lesarabræv
Javnaðarløgmaður hevur nú alment boða frá at Javnaðarflokkurin, saman við hinum loysingarflokkunum, vil taka Føroyar úr ríkisfelagsskapinum. Tað verður ikki við atkvøðum frá Sambandsflokkinum.
Tá val er, sigur formaður Javnaðarfloksins, at flokkurin er samríkisflokkur, men beint eftir val skiftir Javnaðarflokkurin ham. Tá samgonga skuldi skipast bjóðaði Sambandsflokkurin seg fram, men Javnaðarformaðurin vildi Tjóðveldi.
Vónin var at Javnaðarflokkurin hevði lært av nýggju geo-politisku støðuni, har londini standa klár at taka yvir Føroyar, sum vit hava sæð við áhugaðnum hjá USA at yvirtaka Grønland. Fyrrverandi javnaðarformaðurin Petur Mohr Dam, plagdi at taka til, at Føroyar komu at liggja sum ein spillnakin og verjuleysur gloypibiti.
Vit í Sambandsflokkinum vóna, at gamli samstarvsflokkur okkara fyrr heldur enn seinni vendir aftur til sínar røtur. Hurð okkara stendur opin, og vit eru til reiðar at samstarva og seta eina skilagóða kós fyri Føroyar á dagsskrá, men tað verður innanfyri ríkiskarmarnar.
TÚ VEITST HVAR TÚ HEVUR SAMBANDSFLOKKIN
Í Sambandsflokkinum eru vit hóvlig, semjusøkjandi og samstarvssinnað, og hvønn dag arbeiðir flokkurin hart fyri Føroyum og føroyingum, sum skulu trívast og byggja okkara fantastiska land.
Vit vilja ikki loysa okkum úr felagsskapinum, tí tað er at spæla hasard við føroyingum.
Støðan hjá Sambandsflokkinum er klár sum krystall. Vit halda okkum til ríkisfelagsskapin, tí hann tryggjar føroyingum ríkisborgaraskap og hópin av ríkisborgararættindum, sum øll njóta gott av. Føroyingar hava atgongd til tað besta úr tveimum fantastiskum og framkomnum londum.
Felagsskapurin útvegar øllum føroyingum mest møguligt persónligt frælsi, og hann er við til at tryggja eitt kappingarført vælferðarsamfelag fyri ung og eldri í Føroyum.
Við ríkisborgaraskapinum hava allir føroyingar atgongd til alt, sum Ríkið bjóðar, og við reyða passinum í hondini røkka vit møguleikum langt út um Ríkisfelagsskapin. Til dømis eru einastandandi møguleikar fyri at arbeiða og virka í og uttan fyri ES, og útbúgvingarmøguleikarnir eru nærmast óendaligir.
Taka vit okkum úr felagsskapinum, hvørva allir fyrimunir, og tað er ein sannroynd, at livifóturin í Føroyum viknar munandi, tá ein milliard krónur verður tikin út úr føroysku vælferðini hvørt ár frameftir.
Sum føroyingur mást tú velja, hvat ið tú vilt fyri framtíðina hjá tær, tínum børnum, og teirra børnum.
Vit í Sambandsflokkinum ivast ikki, vit velja tað sum er best fyri føroyingar og Føroyar.
Sambandsflokkurin