Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.04.2026 08:27

Jaspur Langgaard nýggjur í KT-felagnum

Mynd: KT-Felagið

KT-Felagið

Á aðalfundinum hjá KT-felagnum varð Jaspur Langgaard valdur í nevndina, meðan Ulla Joensen heldur fram sum forkvinna

Mikudagin 8. apríl savnaðust limirnir í KT-felagnum til árliga aðalfundin. Snæbjørn B. Jacobsen, Ólavur Ellefsen og Kristian R. Davidsen vóru allir afturvaldir, meðan Reimund Langgaard ikki tók við afturvali.

Í hansara stað varð bróður hansara, Jaspur Langgaard, valdur sum nýggjur nevndarlimur, og sostatt kemur nýtt andlit inn í felagsarbeiðið.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg, og Ulla Joensen heldur fram sum forkvinna. Hon hevur røkt starvið síðani 2018 og hevur staðið á odda fyri fleiri týðandi átøkum, sum hava styrkt arbeiðið hjá felagnum og sett KT á dagsskránna í Føroyum.

Við eini væl skipaðari nevnd og einum felagsskapi, sum trýr upp á framtíðina, er KT-felagið til reiðar at taka næstu fetini. Endamálið er framvegis at tryggja eina kappingarføra og sjálvberandi KT-vinnu, sum kann virka undir góðum og framskygdum kørmum.

Nevndin er mannað soleiðis:

  • Ulla Joensen, Elektron
  • Gudny Langgaard, Nema
  • Ólavur Ellefsen, Flowcore
  • Kristian R. Davidsen, Føroya Tele
  • Snæbjørn B. Jacobsen, Stýr
  • Jaspur Langgaard, Kodio

Les meira um KT-felagið her.