Omma Jasmin Desiré Lind, sum í hesum døgum er ein av teimum mest umrøddu luttakarunum í “Vild med dans”, er úr Gøtu. Omman, Petra Fegahli (fødd Tvørfoss), vaks upp í Gøtu, áðrenn hon seinni flutti úr Føroyum.
Jasmin hevur longu gjørt vart við seg í danska undirhaldslívinum. Hon er kend sum influensari og hevur bygt ein stóran fylgjaraskara á sosialu miðlunum, har hon deilir ymiskt úr sínum gerandislívi, arbeiði og persónliga lívi.
Í “Vild med dans” hevur hon vunnið hjørtini hjá áskoðarunum við síni natúrligu sjarmu og jaligu útstráling.
Jasmin Lind hevur sostatt røtur í Gøtu – eitt stað, sum framvegis er partur av hennara familjusøgu.
