Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
14.02.2026 07:24

Jarnbrúðarparið úr Fuglafirði

Jarnbrúðarparið, Johannes Martin Olsen og Borghild Olsen

Merkisdagur

Hósdagin, 12. február, var stórur dagur í Fuglafirði, tá var Jarnbrúdleypsdagur, 70 ár, í býnum og Merkið var sjálvandi vundið á stong.

Jarnbrúðarparið eru Johannes Martin Olsen (JMO) 92 ár og Borghild Olsen, fødd Jacobsen, 91 ár, sum tey seinastu gott 20 árini hava verið búsitandi í Fuglafirði. 

Tey giftust til Strendur í 1956, vóru styttri og longri tíðarskeið aðrastaðni, men fluttu so inn í nýggj hús á Royðutoft í 1974.

Johannes Martin er ættaður av Strondum, sonur Binu og Tummas á Royðutoft. Og Borghild er úr Fuglafirði, dóttir Edvard og Miu Skarðsá. 

Tey eiga sonin, Jóhan Petur, sum er giftur við Paulu, og eiga tey sonin Andrew Johannes. Tey eru búsitandi í British Columbia, Kanada.

Jarnbrúðarparið hevur roynt ymist gjøgnum árini. Tey vóru trúboðarapar í Løgstør í nøkur ár, síðani á KFUM í Klaksvík og eftir hetta á Sjómansheiminum í Runavík. Tey hava altíð verið dugnalig at deila Guðs orð, at vera vinarlig og fyrikomandi, og ikki minst varð gestablídni stórt og varð altíð borðreitt við góðum mati, sum til allar tíðir hevur verið ein sterk síða hjá Borghild.

Jóhannes hevur útbúgvning sum maskinmeistari. Hugurin til sjógvin hevur altíð verið góður. Hann sigldi í nógv ár her heima við fiskiskipum og Strandferðsluni, hann sigldi eisini í altjóða sigling, til tíðir var konan við hon og sigldi. 

Tá hann fór í tingið sigldi hann eisini í fleiri umførum í feriuni.

Hugurin til politik var og er stórur. Væl stuðlaður av bygdfólkinum, varð Johannes Martin fyrstu ferð valdur á ting í 1970 fyri Sambandsflokkin. Hann fekk høvi at hava sæti á Føroya løgtingið í uml. 18 ár, eins og hann varð í Fólkatinginum sum varðamaður í uml. 7 ár. Eins og til allar aðrar tíðir, varð Borghild ein dyggur stuðul hjá manni sínum í hesi gongdini. Sum Johannes Martin sigur, hann hevði ikki klára seg uttan hana, og sonur teirra hevði tað bestu mammuna. 

Innan kristnan felagsskap hava Borghild og Jóhannus altíð verið virkin. Saman við øðrum kvinnum – eldsálum, varð Borghild við til at seta á stovn føroyska grein av altjóða kristna kvinnufelagskapinum Aglow. Eisin hava tey bæði, í felag við øðrum góðum fólki, tikið stig til Tjaldmissiónina, sum fyrst varð staðsett við Leynavatn og síðani á Gøtueiði. Hetta varð spírin til frísamkomuna Keldan í Skálabotni, har tey bæði hava havt aktivan lut í mong ár. 

Í dag búgva tey í einum av íbúðunum hjá Bústøðum úti á land í Fuglafirði. Har trívast tey væl við góðum útsýni yvir bý og havnalag. 

Johannes hevur stóran áhugað fyri skipum og fiskiskapi. Við búsetingina hann hevur á Gjógvará landi fær hann úr stovuvindeyganum eygleitt tey skip sum koma og fara, og hann frøðist yvir øll tey nógvu tons sum fara yvir kajkantin.  

Borghild er mostur til konu mína. Sum barn var hon nógv hjá Borghild og Johannes. 

Dóttur okkara er uppkallað eftir ommusystrini Borghild, navni blívur borið víðari.

Eg kundi skrivað nógv afturat. Johannes er sera tíðindafróður maður, hevur nógv uppá hjarta og minnist væl.

Eg vil við hesum ynskja jarnbrúðarparinum hjartaliga tillukku við Jarnbrúdleypinum.

Harrin signi framtíð tykkara.

Vinarliga heilsan

Dávur Juul

Borgarstjóri