Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.02.2023 22:39

Jann Julian Benjaminsen – “Nú ræður um at vakja tigaran”

Mynd: B36

Í gjár gjørdist greitt, at yrkisleikarin í Hødd IL tey seinastu tvey árini, Jann Julian Benjaminsen, vendir heim aftur á klettarnar og til føroyskan fótbólt. Hann og B36 hava gjørt ein sáttmála galdandi fyri kappingarárið 2023.

Tískil fara vit aftur at síggja fyrrverandi NSÍ og Hødd leikaran, í Føroyum, men hesuferð í hvítum.

Eysturoyarportalurn hevur vent sær til Jann, og spurt hann um, hví avgerð er tikin, at koma heim aftur til Føroyar at spæla og hvat framtíðar ætlanir hann hevur.

Hví hevur tú avgjørt at venda nøsina heim aftur til Føroyar?

Høvuðsorsøkin er samlaði pakkin við at koma heim aftur. Fótbóltur í Føroyum fyllur sera nógv hjá mær og havi eg sæð Betrideildina hvørt vikusskifti seinastu tvey árini.

Hevði tú aðrar møguleikar?

Eg hevði fleiri møguleikar í fleiri londum ja, men eg føldi at tað rætta kom frá B36 akkurát nú.

Og hví akkurát B36?

Eg havi havt eitt sera gott samskifti við Dan Brimsvík, B36 venjara, allan vegin ígjøgnum, og eg síggi B36 sum eitt sera spennandi projekt, og nú ræður um at vakja tigaran og koma heilt upp í toppin at kappast.

Er uttanlandsdreymurin so sleptur?

Nei. Eg havi framvegis ikki slept dreyminum um at koma so langt sum yvirhøvur gjørligt, og sum sagt, so segði eg nei til Hødd fleiri ferðir, tá teir bjóðaðu at leingja sáttmálan.

Hvat eru so vónirnar fyri hetta kappingarárið?

Nú er mítt 100% fokus á B36, og fari eg at gera alt fyri hvítu troyggjuna og at koma so langt upp sum møguligt á stigatalvuni, har sum tað er stuttligt at kappast.