Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2024 22:41

Jann er aftur gulur

Mynd: NSÍ

“Vælkomin heim!”

Soleiðis skrivar NSÍ, nú Jann Julian Benjaminsen er aftur við Løkin eftir nøkur ár í útlegd. Tað er greitt, nú hann og felagið í kvøld, hava gjørt 2-ára sáttmála.

NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:

Jann Benjaminsen hevur í kvøld skrivað undir ein 2 ára sáttmála við NSÍ. Landsliðsleikarin kemur aftur til NSÍ, har hann í 2016 fekk sítt gjøgnumbrot í bestu deildini hjá monnum. Í 2021 fór hann til Noreg, har hann í tvey ár leikti við IL Hødd, og hevur hann seinastu tvey árini leikt við B36. 

NSÍ ynskir Jann hjartaliga vælkomnan heim í felagið, og fegnast um, at hann komandi tvey árini kemur at hava heimavøll við Løkin.