Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.12.2024 12:29

Jan Højgaard heldur fram sum formaður í Føroya Fiskimannafelag

Føroya Fiskimannafelag

Freistin at stilla upp var úti í dag  kl. 12.00

Formansval er triða hvønn vetur í Føroya Fiskimannafelag. Freistin at stilla upp var úti í dag  kl. 12.00  

Tá tíðin var úti var greitt, at einans Jan Højgaard er í uppskoti og tí heldur hann fram tey trý komandi árini. 

Jan Højgaard, er av Nesi í Eysturoynni og er 59 ára gamal. Jan vann formanssessin fyrstu ferð á valinum veturin 2006 -2007 og hevur sitið í sessinum síðan.

 Føroya Fiskimannafelag