Mynd: Skála IF
Skála Ítróttarfelag og Jan Ingason Hansen hava undirskrivað nýggjan sáttmála fyri 2023 og 2024.
Skála skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
“Vit fegnast um at kunna boða frá, at Jan Ingason Hansen er klárur, og hevur undirskrivað sáttmála fyri 2023 og 2024.! Jan er í dag 25 ár, og hevur slitið sínar gaggur í barndómsfelagnum. Okkurt kappingarár hava skaðar darva, men annars hevur Jan altíð verið til dystin fús fyri felagið. Hann er fyrimyndarligur bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Tí er tað framúr at hann velur at halda áfram í felagnum.“
Deil á Facebook