Víkingur skrivar soleiðis:
Vit tjóvstarta vikuna við hesum góðu nýggjheitunum! Jákup Johansen og Ingi Jonhardsson hava báðir sett undirskrift á nýggjan sáttmála, sum ger at teir vera verandi ljósabláir til kappingarenda 2027.
Hóast Jákup hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur hjá Skála ÍF, so er hann longu í gongd við sítt sætta kappingarár í Sarpugerði, og nú tað í øllum førum leggjast tvey afturat, kennist hann sum ein av okkara. Ingi hevur hinvegin spælt øll síni ár í ljósabláum, so hetta eru tveir menn, ið kenna felagið væl