Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
31.12.2022 19:08

Jákup Martin nýggjur hjálparvenjari

Mynd: hb.fo

HB boðar frá í kvøld.

Jákup Martin Joensen verður hjálparvenjari hjá okkara Betri monnum komandi kappingarár.

Hann hevur síðstu 4 árini verið høvuðsvenjari hjá EB/Streymi, og tí er talan um ein royndan og væl skikkaðan venjara. Umframt venjararoyndir hevur Jákup Martin drúgvar royndir sum spælari, og hevur spælt 112 dystir í bestu deildini.

Vit bjóða honum vælkomnum í norðara enda av Gundadali.

Hagtøl: FaroeSoccer