Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
29.10.2025 14:45

Jákup dømir finaluna

Tað verður 36 ára gamli Jákup Øssurson Mohr, ið skal døma steypafinaluna millum KÍ og Víking, sum verður á Tórsvølli fríggjakvøldið klokkan 19:00 - Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Fótbóltssamband Føroya

Tað verður Jákup Øssurson Mohr, sum í ár skal døma finaluna um Løgmanssteypið. Finalan verður á Tórsvølli fríggjakvøldið 31. oktobur klokkan 19:00.

Fríggjakvøldið klokkan 19:00 bresta KÍ og Víkingur saman í finaluni um Løgmanssteypið 2025. Atgongumerkjasølan til finaluna gongur væl, og fyrrapartin mikudagin vóru umleið 2.900 atgongumerki seld.

Men eingin dómari, eingin dystur.

Steypafinaluna í ár dømir Jákup Øssurson Mohr, og at hjálpa sær á síðulinjunum fær hann Dan Højgaard og Marner Forná Olsen. Fjórðidómari verður Jóhan Hendrik Ellefsen og dómaraeygleiðari verður Rói Jacobsen. Eyka hjálpardómari verður Djóni Jacobsen.

– Kenslan er góð, havandi í huga, at hetta er millum størstu – um ikki tann størsti – dysturin og dómarauppgávan á árinum, og eg ætli mær at gera alt fyri at tað skal eydnast væl, sigur Jákup Øssurson Mohr við heimasíðuna hjá FSF.

Til stuttleika kann nevnast, at pápi Jákup, Øssur Mohr dømdi steypafinaluna hjá monnum í 1984, sum var millum HB og GÍ. Finalan hetta árið bleiv spæld undir Mýruhjalla á Skála og endaði 2-0 til HB.