Mynd: B68
Sunnudagin verður nokk tann mest spennandi dysturin leiktur í hesum kappingarárinum, tá grannanir, arvafíggindanir og kappingarneytanir á stigatalvuni, møtast til eina rættuliga “finalu” um niðurflyting úr best deildini.
Ein dystur, sum millum tey lokalu, verður kallaður “stríðið um Golanheyggjanar”!
Eysturoyarportalurin fer at hava upptakt til dystin, har prátað verður við venjarar og formenninar hjá báðum feløgum.
Fyrstur at verða settur stevnu, er B68-venjarin Jákup á Borg, sum vit hava sett nakrar spurningar.
Hvat sigur Jákup á Borg til dystin sunnudagin?
Eg eri sera spentur uppá dystin – tað eru júst tílíkir dystir, sum er orsøkin til at man tímir so væl at spæla fótbólt, og tí gleða vit okkum nakað so nógv til hesa uppgávuna.
Hvussu eru so sjálvar vóninar til dystin?
Vit hava stóra virðing fyri NSÍ, men hava góðar vónir til dystin. Eg veit hvat býr í monnunum hjá mær, og eri eg vísir í, at teir standa saman og vísa dirvið nú tá á stendur.
Eru allir mans tøkir hjá tykkum?
Vit hava allar mans tøkar til brakið.
Hvussu hevur tú annars verið nøgdur við tíðina hjá tær á Toftum?
Tað hevur verið ein sera spennandi tíð á Toftum. Frá degið eitt, føldi eg meg væl og vælkomnan og bólkurin av ungum (nógv yngst í landinum) er heilt einanstandandi.
Hevur tú annars nakra áheitan til B68 fjepparnir?
Eg vil nýta høvið at takka Reyða Pantaranum fyri teirra uppbakning gjøgnum alla kappingina. Teir eru einki minni enn gull-verdir, og vóni og vænti eg, at teir klára at samla nógv fólk til dystin til at stuðla okkum – tí tað ger verðuliga mun !
Deil á Facebook