Mynd: B68.fo
Jákup á Borg og B68 hava í kvøld longt samstarvið við 3 árum, eftir at hann tann 18 mai í ár bleiv settur sum venjari, í fyrstu syftu, fyri restina av árinum. Hatta boðar B68 frá á heimasíðu síni.
Síðani Jákup tók yvir, hava tølini verið sera góð hjá honum. Hann hevur staðið á odda fyri 17 dystum, sum B68 venjari, har hann fekk 29 stig. Hann vann 8 dystir, leikti 1 dyst javnan og tapti 8 dystir.
Deil á Facebook