Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
03.09.2025 18:09

Jákup á Borg givin á Toftum

Savnsmynd (Eysturroyarportalurin)

B68 Tofta Ítróttarfelag

Jákup á Borg hevur boðað B68 frá, at hann hevur hevur í boðið nýtt starv, sum hann ynskir at taka av. Jákup hevur sáttmála við B68 fyri komandi kappingarár eisini, men B68 hevur eftirlíkað ynskinum hjá Jákupi at gevast.

Jákup hevur verið venjari hjá B68 síðani mai 2022. Hesi gott 3 árini hevur hann staðið á odda fyri B68 Betri liðnum í 103 dystir.

Jákup á Borg staðfestir, at gott 3 ár í venjarastarvinum hjá sama liði er lutfalsliga long tíð, men hann hevur trivist so sera væl á Svangaskarði. Jákup dylir ikki fyri at hann er blivin hálvur toftamaður og er blivin sera góður við felagið, leikarar, fólkinum rundanum B68 og í Nes kommunu.

Jákup á Borg hevur givið felagnum orku, vitan og ein sterkan vilja til at menna bæði leikarar og felag. B68 takkar Jákupi fyri trúfesti og gott samstarv og ynskir honum alt tað besta í framtíðini.

B68 arbeiðir í løtuni við at gera avtalu við nýggjan høvuðsvenjara, sum skal standa á odda fyri Betri liðnum hjá B68 tað sum eftir er av kappingini. Meira um hetta seinni í kvøld.