Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.06.2025 15:05

Jacob Vestergaard spyr um val­svik í Runa­vík­ar komm­unu

Mynd: Eysturoyarportalurin

Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður.

Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Evnið: Kommunuvalið í Runavíkar Kommunu í 2024.

  1. Hevur landsstýrismaðurin hoyrt frá løgregluni um kanningararbeiðiðí sambandivið møguligt óreglusemi viðvíkjandi kommunuvalinum á valstaðnum í Oyndarfirði í Runavíkar Kommunu.

2. Hevur tað verið samskift ímillum landsstýrismannin og løgregluna um málið.

Viðmerkingar:

Tað hava áður verið fyrispurningar á Tingi um kommunuvalið og kommunuvallógina, og eitt mál um valsvik í Runavíkar Kommunu verður framvegis kannað av løgregluni.

Uppá munnligan fyrispurning 9. apríl 2025 svaraði landsstýrismaðurin, at hann ikki viðgjørdi málið um møguligt óreglusemi viðvíkjandi valinum á valstaðnum í Oyndarfirði, fyrrenn løgreglan var liðug við sítt kanningararbeiðið. Landsstýrismaðurin fór at taka málið uppaftur, tá løgreglan var liðug at kanna málið.

Nú er rúm tíð gingin síðan kommunuvalið, og síðan løgreglan fór undir at kanna málið. Tað undirritaði kennir til slíkt arbeiði, eiga frágreiðingar at verða fingnar til vega frá teimum, sum hava havt við valið í Oyndarfirði at gera. Somuleiðis eigur eisini niðurstøðan viðvíkjandi umrødda valseðli, sum broytti valið í Runavíkar Kommunu, at fyriliggja. Slíkar kanningar taka ikki eitt hálvt ár at avgreiða.

Tað er sera álvarsamt, at spurnartekn framvegis verður sett við valúrslitið í Runavíkar Kommunu.

Tí verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum, so allur ivi um valúrslitið í Runavíkar Kommunu kann verða beindur av vegnum.

Á Løgtingi, 23. juni 2025

Jacob Vestergaard