Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.06.2026 11:01

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevur sett Dánjal Samuelsen sum stjóra á Strandfaraskipum landsins

Vinnumálaráðið

Dánjal Samuelsen, sum er 57 ára gamal, hevur starvast hjá Strandfaraskipum Landsins í útvið seks ár sum leiðslusamskipari og samferðsluleiðari. Seinasta hálva árið, umframt í øðrum tíðarbilum, hevur Dánjal verið virkandi stjóri á stovninum.

Dánjal hevur holla og breiða útbúgving innan virkisbúskap og kt frá Copenhagen Business School umframt í søgu og fólkalívsfrøði frá Fróðskaparsetrinum og lærda háskúlanum í Keypmannahavn. 

“Sum virkandi stjóri hevur Dánjal víst í verki, at hann hevur størstu virðing fyri alstóra týdningin sum Strandferðslan hevur fyri samfelagið, ikki minst fyri útjaðaran. Honum verður ynskt hepna hond í starvinum og bestu eydnu”, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

13 umsøkjarar vóru til starvið.