Visit Runavík
Sólskinssøgur innan ferðavinnu og íverksetan er evnið til fyrilestrarnar mánakvøldið 19. februar. Tríggir sera spennandi fyrilestrar eru á skrá.
Maud Wang Hansen kemur at siga frá sínum virksemi úti í Nólsoy. Hon hevur ‘Hjá Maud’ har hon, sum liður í at tálma veðurlagsbroytingum, er farin undir at velta egið grønmeti. Eisini hevur hon heimablídni, ið byggir á burðardygga matmentan við føroyskum heimagjørdum mati og stuttfluttum rávørum.
Hjúnini, Bartal í Gongini og Berit Unn Petersen, fara at siga frá síni fyritøku, Rent a Bike & Outdoor. Frá íverksetarafelagi til smápartafelag, hava tey ment eitt nýtt ferðamál fyri súkklarar.
Í sambandi við hesar sólskinssøgur fáa vit eisini innlit í hvussu ein stovnar eitt íverksetarafelag ÍVF. Magni Thomsen frá Íverksetarahúsinum kemur at greiða frá.
Fyrilestrarnir vera á Bókasavninum við Løkin í Runavík, mánakvøldið 19. februar kl. 19-21, og eru ókeypis.
Tiltakið er ein partur av eini fyrilestrarøð, ið snýr seg um íverksetan og ferðavinnu. Toymið á Visit Runavík hevur í rúma tíð arbeitt við at skipa staðbundnar verkætlanir innan ferðavinnu, har meginparturin av inntøkunum fer til bygdina, staðbundnar felagsskapir ella bygdafólkið. Vit miða altíð ímóti, at trivnaður og nøgdsemi eru í hásæti.
Toymið á Visit Runavík vónar, at onkur fyrilestur kann geva fólki í Runavíkar kommunu íblástur til at byrja eitthvørt virksemi, so fleiri úr lokala økinum kunnu bjóða seg fram, tá ið talan er um staðbundnar upplivingar, gisting, vistveiting, heimablídni ella okkurt líknandi. Fleiri áhugaverdar og serstakar upplivingar eru longu í kommununi, men hetta er ein roynd at fáa fleiri at leggjast afturat. Tiltøkini eru ókeypis.
Deil á Facebook