Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.02.2023 14:28

Ítróttarhøll á Strondum

Myndir: Sjóvar kommuna

Hondbólturin hevur leingi verið høvuðsítróttargreinin í Sjóvar kommunu. StÍF bleiv stovnað í 1942, men vit hava ongantíð havt okkara egnu ítróttarhøll. Samstarv hevur verið við okkara góða granna, inni á Skála, um at teir gjørdu ítróttarhøllina, tætt við fótbóltsvøllin, og at vit á Strondum skuldu útbyggja skúla og svimjihøll, og síðani skuldu vit samstarva um hesar íløgur. Vit føla okkum tí væl inni á Skála, og ítróttarsamstarvið virkar sera væl.

Nýggja ítróttarhøllin fer at gera umstøðurnar hjá hondbóltsfelagnum StÍF munandi betri, tí høllin á Skála er so nógv upptikin, at hon rúmar ikki tørvinum, ið er á venjing í løtuni. Umframt at betra um umstøðurnar hjá StÍF, fer hendan íløgan eisini at geva ítróttinum sum heild á vestara armi á Skálafjørðinum betri umstøður, og vónandi eisini vera við til at menna okkum sum ítróttartjóð.

Á fíggjarætlan fyri 2023 hevur Sjóvar kommuna sett kr. 8 mió av til at fyrireika og byrja arbeiðið at byggja eina ítróttarhøll á Strondum, og vit eru komin ásamt um staðsetingina, sum verður sunnan fyri bygdahúsið á Strondum. Eisini er ætlanin at hava ein millumbygning, soleiðis, at ítróttarhøll og bygdahús verða knýtt saman.

Í jaligum samstarvið við eigara av undirlendinum er avtala gjørd um, at Sjóvar kommuna keypir ein part av matr. nr. 601a til ítróttarhøllina.

Staðsetingin av ítróttarhøllini er liður í ætlanini at vaksa um virksemið í økinum, har vøggustovur, barnagarður, frítíðarskúli, fótbóltsvøllur og bygdahús longu eru. Frítíðarskúlin verður í løtuni útbygdur, og ætlanin er eisini at nýggi frítíðarskúlin kemur at virka sum ungdómshús um kvøldarnar. Góð parkeringsviðurskifti eru í økinum, og hetta er ein stórur fyrimunur fyri verkætlanina.

Sjóvar kommuna hevur samstarvað við JHF Teknistovu um verkætlanina, har vit í hesum sambandi hava mett um stødd, útsjónd og tilfarsnøgdir. Sambært metingini verða samlaðu íløgurnar umleið 50 mió.kr.

Myndirnar, ið eru viðlagdar hesi grein, eru gjørdar út frá hesum fyrireikingum, og eru tí okkara fyribils hugmyndir av ítróttarhøllini. Hetta er gjørt við tí fyri eyga, at vit kunnu fáa eina nøkulunda hóming av støddini av eini slíkari høll. Næsta stig verður at meta um umstøðurnar inni í høllini, hvat hon skal kunna, og hvussu hon skal síggja út, áðrenn vit, helst í góðum samstarvi við almennu Føroyar og viðkomandi ítróttarfelagsskapir, fara undir at gera verkætlanaruppskot.

Í hesum fyribils upplegginum fer høllin at hava umleið 800 sitipláss, umframt standipláss, og somuleiðis er ynskiligt at høllin kann lúka ymisk altjóða krøv, soleiðis at høllin kann nýtast til altjóða dystir í ávísum ítróttargreinum.