Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.01.2026 12:23

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður í Varpinum í Klaksvík

Ítróttasamband Føroya

Ítróttasamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri tiltakinum ”ÍtróttaFAGNAÐURIN”, ið hevur til endamáls at heiðra føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar, eldsálir o.o., sum virka í føroyska ítróttaheiminum.

Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymar um at standa ovast á tindunum. At røkka hesum krevur hart, miðvíst arbeiði, umframt nógva tíð, orku, og stórt yvirskot. Á ÍtróttaFAGNAÐINUM skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar ÍtróttaNAVNIРog ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ.

Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini virðismetast, og heiðurslønin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN verður latin til ein virknan felagsskap, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Felagsítrótturin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið Uttan øll tey mongu sjálvbodnu, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Tey sjálvbodnu hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru tey sjálvbodnu, sum leggja ómetaliga orku í arbeiðið, so at ítróttarfeløgini kunnu virka. 

Ársins ÍtróttaVENJARI er ein persónur, sum skapar eitt ítróttaumhvørvið, ið rúmar bæði breidd og úrval, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir/kappingar

Heiðurslønin ÍtróttaEldsálin er ein sjálvboðin venjari, liðleiðari, stevnuábyrgdari, nevndarlimur, samskipari ella onkur annar, ið við serligum innsatsi hevur viðvirkað til samanhaldið í sínum ítróttafelag seinasta árið. ÍtróttaSÓLSTRÁLANer ein ungur persónur – 20 ár ella yngri – ið við sínum góða lið- og felagsanda ger sítt íkast til, at hini á liðnum ella í felagnum føla seg vælkomnan, sæddan og sum ein umráðandi part av liðnum/felagnum.

Eisini skal ein heilt serlig ÍtróttaLØTA veljast og hana sleppur almeningurin at velja. Atkvøðast kann á SONA appini áðrenn og meðan tiltakið er.

Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.

ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður leygarkvøldið 7. februar 2026 í í Varpinum í Klaksvík og KVF sendir tiltakið beinleiðis í sjónvarpinum kl 20:00.

Atgongumerkir kunnu keypast á atgongumerki.fo