Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.09.2024 17:50

Íslendskir fótbóltsserfrøðingar: Hevði verið á landsliðnum um hann var íslendingur

Mynd: Fótbólti.net

Annað árið á rað hevur íslendski fótbóltsmiðilin Fótbólti.net niðursett eitt pallborð av fótbóltsserfrøðingum at útnevna bestu leikarar í íslendsku deildini. Hesuferð fyri kappingarárið 2024.

Pallborið av serfrøðingum skuldi taka støðu til fýra bólkar – málmenn, verjuleikarar, miðvallarar og áleyparar og síðani siga hvørjir fimm teir bestu leikararnir vóru í hvør sínum bólki.

Í bólkinum verjuleikarar, vóru hesir fimm leikarar valdir.

Nr.5 var Kennie Chopart (úr Fram).

Nr. 4 Birkir Már Sævarsson (úr Valur).

Nr. 3 Damir Muminovic (úr Breiðablik).

Nr. 2 Gunnar Vatnhamar (úr Víkingur Reykjavík.)

Nr. 1 Oliver Ekroth (úr Víkingur Reykjavík.).

Í viðmerkinginum, til at leirvíkingin Gunnar Vatnhamar, var á 2. plássi, siga teir m.a soleiðis.: Um hann var íslendingur, hevði tað ikki verið útiloka at hann var á íslendska landsliðnum.

Víðari siga serfrøðingarnar: At Gunnar er sum ein sveisiskur hernaðarknívur, góður ein-móti-einum og ein frálíkur ítróttarmaður. Hann hevur eisini góðan bóltførleika og so kann hann eisini leggja góðar sendingar eftir vøllinum.

Listin á Fótbólti.net kann síggjast her