Løgmansskrivstovan
Sunnudagin vitjar forsætisráðharri Íslands, Kristrún Frostadóttir, við fylgi í Føroyum. Kristrún er 36 ára gomul og er forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingin, sum á valinum í desember 2024 gjørdist størsti flokkur.
Hetta er sostatt hennara fyrsta vitjan í Føroyum sum forsætisráðharri.
Á skránni sunnudagin er millum annað fundur í Bø og vitjan í Koltri.
Um kvøldið verður farið til hondbóltslandsdyst við Tjarnir. Mánamorgunin gongur leiðin inn í Eysturoynna, har forsætisráðharrin fær høvið at hoyra nærri um Eysturoyartunnilin og alifyritøkuna Bakkafrost.
Forsætisráðharrin fer av landinum aftur mánadag seinnapart.